Bannaðar bøkur
Eftir Bókasavnið


Elisa gongur í 9. flokki í Skúlanum á Fløtum, og hon hevur í tvær vikur verið í starvsvenjing á Býarbókasavninum. Tað hevur verið stuttligt at havt Elisu í starvsvenjing hjá okkum, og vit takka fyri tíðina. Elisa hevur gjørt framsýningina Bannaðar bøkur.
Bannaðar bøkur
Søguliga hava summar bøkur verið mettar sum vandamikil lesnaður, og eru tí blivnar bannaðar at lesa. Og enn í dag verða bøkur tiknar av hillunum í skúlum og á bókasøvnum, tí tær fara um markið hjá valdshavarum, trúarsamfeløgum ella øðrum.
Í viku 41 varpa vit ljós á bannaðar bøkur, og vit hava gjørt eina framsýning. Um tú hyggur í bøkurnar, kanst tú fáa at vita hví og hvar bøkurnar hava verið bannaðar. Eisini ert tú vælkomin at læna bøkurnar.
Framsýningin er gjørd við íblástri frá átakinum hjá bókmentaliga felagsskapinum PEN - sum millum annað stríðist fyri, at bókmentir skulu hava frítt at fara.