Viðmæli til ung

Ung lesa

Kringvarp Føroya hevur framleitt nýggja poddvarpsrøð

Eftir Hannu

Kanska hevur tú longu lurta eftir nýggju poddvarpsrøðini hjá KVF, har ungu systrarnar Olivia og Jóna saman við Silju Aldudóttir tosa um bøkur. Í átta pørtum viðgera tær bøkur, sum tær hava lisið, og ymisk evni verða tikin upp.

Um tú enn ikki hevur hoyrt røðina, so kanst tú lurta eftir henni á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.