Viðmæli til ung

Taylor Swift: The Life of a Showgirl

3. oktober gav Taylor Swift út sína 12. útgávu "The Life of a Showgirl". Les um heimskendu sangarinnuna og hvussu hon hevur ment seg frá at vera ung countrysongkvinna til at vera ein altjóða poppúrmælingur.

Eftir Biblioteket

Taylor Swift at the 2023 MTV Video Music Awards
iHeartRadioCA

Røddin á Taylor Swift hevur nú í tvey áratíggju ljómað í hvørjum tannáringakamari og á útseldum stadionkonsertum. 35 ára gamla songkvinnan hevur ikki bert fingið altjóða viðurkenning við fleiri grammy-virðislønum og á amerikansku sølulistunum - hon hevur eisini savnað sær ein tryggan fjepparaskara - swifties - í øllum heiminum, og tá ið hon nýliga bleiv trúlovað við NFL-stjørnuni Travis Kelce, vóru fleiri milliónir fjepparar, ið ynsktu teimum tillukku.

Uppvøkstur 

Taylor Swift er uppvaksin í Pennsylvania og hevði longu sum barn góð evni til tónleik og sangskriving. Sum tannáringur passaði hon ikki inn millum hinar genturnar í skúlanum, og tí fall tað henni lætt at savna seg um sín áhuga serliga fyri countrytónleiki. Í einari samrøði við InStyle hevur hon sagt, at hon skrivaði sangir, tí hon hevði ikki nakran at tosa við. 

Tá Taylor Swift var umleið 14 ára gomul, flutti hon við familjuni nærri countryhøvuðstaðnum Nashville í Tennessee. Har skrivaði hon undir sín fyrsta plátusáttmála, tá hon var 15 ára gomul. Fyrsta útgávan kom í 2006, og teir fyrstu mongu sangirnir høvdu íblástur úr countrytónleiki og snúðu seg mest um kærleika og ungdómskvøl, men eisini um at kenna seg uttanfyri.

Uppgerðin við 'fittu og óseku' gentumyndina 

Síðani hevur Taylor Swift roynt seg innan ymiskar sjangrur og hevur fleiri ferðir prógvað, at hon sum sangari og tónleikaikon meir enn so megnar at endurnýggja seg sjálva. Hetta ger hon millum annað á útgávuni "1989", sum hevur íblástur úr synthpopp-sjangruni, og sum inniheldur risahitt sum "Shake It Off", "Blank Space", "Wildest Dreams" og "Style". Útgávan "Reputation" hevur eisini eitt rátt úttrykk, har Taylor Swift av álvara ger upp við ímyndina av sær sum tann fitta og óseka gentan.   

Útgávurnar "Folklore" og "Evermore" hava fleiri alternativ og fólkslig element, og útgávan "Lover" er ein samanrenning av popprokki, elektropoppi, country og funk.

The Eras Tour 2023-2024

Í 2023 og 2024 rakk tónleikurin hjá Taylor Swift hæddini við "The Eras Tour" - eini stórfingnari konsertferð, sum fevndi um allan tónleikin, hon hevur givið út millum ár og dag. Henda konsertferðin er millum tær konsertferðir í søguni, ið hava havt størsta inntøku nakrantíð, og tónleikafilmurin frá konsertferðini kundi upplivast í biografum um allan heimin. 

3. oktober legði Taylor Swift so eina útgávu afturat sínum tónleikaliga lívsrensli, tá útgávan "The Life of a Showgirl" kom út. Hon kunngjørdi nýggju útgávuna í august 2025 í poddvarpinum "The Heights", sum er ein poddvarpsrøð hjá unnustanum. Har segði hon, at henda nýggja útgávan, eins og heitið sipar til, varð gjørd á konsertferðini "The Eras Tour", og at hon verður meira glað og glamourøs enn seinasta útgávan, ið bar heitið "The Tortured Poets Department".