Viðmæli til ung

Hypaðar bøkur í 2025

Tað verður tosað um bøkur á sosialu miðlunum, men hvørjar bøkur varð tosað nógv um?

Eftir bókasavnið

Tað ber væl til at fáa íblástur til næstu bókina á sosialu miðlunum, t.d. TikTok og Instagram. Á TikTok er tað á #booktok, at bøkur verða umrøddar. Gjøgnum árið 2025 varð tosað um nógvar ymiskar bøkur, men onkrar eru, ið skilja seg burturúr.

 

Romantasy

Nógv tær flestu bøkurnar, ið verða umrøddar á sosialu miðlunum, eru av slagnum romantasy, ið er eitt bland av romantikki og fantasy, og er serliga væk umtókt millum ung. Í 2025 kom triðja bókin í røðini um drekareiðfólkið eftir Rebeccu Yaroos "Onyx Storm", sum leingi var bíðað eftir. Um tú fert á TikTok ella Instagram og ikki vilt kenna alla søgugongdina, mást tú ansa eftir, tí tað er yvirflóð av videobrotum, gitingum, meiningum og memes um bókina, sum enn einaferð endaði við einum cliffhanger.

Aftur til leikvøllin 

Í mars 2025 kom fimta bókin út um Hungursleikirnir eftir Suzanne Collins. Hon er um Haymitch, sum er mentor hjá Katniss og Peeta í upprunaliga tríverkinum, og hansara leiklut í 50. hungursleikunum. Á sosialu miðlunum fekk bókin ógvuliga góða móttøku, og fjepparar í hópatali gjørdu fancasting, tvs. gjørdu videobrot við sjónleikarum, ið tey hildu fullu fullkomiliga inn í leiklutin hjá persónunum í bókini. Fleiri av uppskotunum hjá fjepparunum gjørdust veruleiki, tá fleiri av hesum sjónleikarum verða at síggja á skerminum, tá filmurin verður frumsýndur á heysti 2026.