Bókauppsetari á Býarbókasavninum
Bókauppsetari á Býarbókasavninum

Frítíðarstarv sum bókauppsetari

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
17.08.22
Ert tú ung/ur og kundi tú hugsað tær at arbeitt á Býarbókasavninum?

Býarbókasavnið leitar eftir tveimum ungum fólkum at arbeiða sum bókauppsetarar ávíkavist mánadag og hósdag kl. 17.30-20.00. Harafturat verða eisini vikuskiftisvaktir við jøvnum millumbilum.

Størvini snúgva seg mest um at seta bøkur upp á pláss á bókasavninum og á bókagoymsluni, men eisini um upprudding og annað fyrifallandi arbeiði.

Umsøkjarar mugu vera fyltir 14 ár. Tey sum sett vera, hava størvini til tey eru um 20 ára aldur.

Send tína umsókn til Vígdis Bjarnadóttir, 1. bókavørð: vigdisb@bbs.fo.
Síðsta freist er mánadagin 29. august.