
Starvsfólk til Býarbókasavnið
Høvuðsuppgávurnar fevna um klárgering av bókasavnstilfari, einamest plasting av bókum. Harumframt skalt tú arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Avgreiðsluarbeiðið er skipað í vaktum gerandisdagar millum kl. 8-18. Harumframt verður eisini arbeitt ávísar leygar- og sunnudagar. Sum starvsfólk tekur tú eisini lut í øðrum skiftandi uppgávum á stovninum.
Førleikar
Starvið krevur onga formliga útbúgving, men tað er umráðandi, at tú hevur gott handalag, hevur teldukunnleika á brúkarastøði, er fyrikomandi og tænastusinnað/-ur, soleiðis at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Umsóknin
Umsóknin skal, saman við møguligum prógvum og viðmælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 19. februar 2021 kl. 12. Merk umsóknina »Starvsfólk til Býarbókasavnið«.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði, á vonbjortv@bbs.fo og Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara, á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Um árið koma áleið 100.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 14 í tali.