Bókavørður til Býarbókasavnið
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í Havnini.
Starvið sum bókavørður er fjølbroytt og fevnir um allar vanligar bókavarðauppgávur. Uppgávurnar hjá tí, ið settur verður, eru m.a.:
- at hava um hendi skráseting av tilfari
- at taka sær av bókarøkt/savnsrøkt, herundir at luttaka í bókavali, burturbeining v.m.
- at luttaka í vaktarskipanini á bókasavninum
- at luttaka í átøkum innan miðlan av tilfari og tænastum bókasavnsins
- at luttaka í almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan
- at luttaka í toymum stovnsins
Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiðið eisini um kvøldarbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar.
Førleikakrøv o.a.
Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður ella hava samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi í mun til starvið. Krav er, at viðkomandi dugir føroyskt til lítar.
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at umsøkjarin hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, kunna hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis og evna at laga seg til skiftandi umstøður.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv - 39 tímar um vikuna. Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Vilt tú vita meira
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vónbjørt Vang, býarbókavørð vonbjortv@bbs.fo, ella við at ringja á telefon 25 72 42.
Umsóknin
Tú søkir starvið við at trýsta á hetta leinki inn til torshavn.fo: STARV.
Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. september klokkan 12.
Býarbókasavnið
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Høvuðsendamálið er at veita upplýsing, vitan og mentanarligt virksemi. Umleið 100.000 vitjandi koma inn um dyrnar á Býarbókasavninum um árið. Bókasavnið hevur tríggjar deildir: barnabókasavn, útlán fyri vaksin og lesistovu, og fer í næstum at lata upp ungdómsdeild. Starvsfólkini eru í løtuni 14 í tali. Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni www.bbs.fo.