Tannáringar

Framsýningin í januar er um tannáringar. Har eru bøkur til tey ungu um alt tað, sum hendir í pubertetinum, bæði kropsliga og kensluliga, og til tey vaksnu um lívið við tannáringum.
Barnakór
Leygardagin 17. desember sang barnakórið hjá Frískúlanum í Havn í bókasavnscaféini. 
Enskar bøkur til ung
Her er eitt úrval av ungdómsbókum, sum bókasavnið eigur á enskum máli. Trýst á slóðina fyri at síggja fyrsta bind í hvørjum raði.
Adams, Douglas:The ultimate hitchhiker's guide to the galaxy Collins, Suzanne: The hunger games Harris, Charlaine : Dead until dark - A Sookie Stackhouse novel (True blood) Martin, George R. R. : A game of thrones (A song of ice and fire) Meyer, Stephenie:Twilight Noël, Alyson: Evermore Sage, Angie: Magyk (Septimus Heap) Shepard, Sara: Pretty little liars Somper, Justin: Demons of the ocean (Vampirates)
|

Ein óvanlig tilvera
Hvat hendir, tá mamman og pápin í einari vanligari týskari familju gera av, at familjan skal búseta seg í frumskóginum? Fyri Sabine Kuegler (f. 1972) og systkin hennara gjørdist hetta veruleiki, tá tey síðst í 1970’unum settu búgv hjá einum ókendum ættarbólki í Ný Guinea, har pápin skuldi kortleggja málið hjá fólkinum. Meðan foreldrini halda fast í vesturlendska upprunanum, liva børnini seg skjótt inn í frumskógarlívið, har gerandisdagurin ikki er stýrdur av klokku og kalendara, men av dagsljósi, veðri og vindi og har brøv frá familjuni “heima” eru púra óskillig, tí lívið í Týsklandi er so nógv øðrvísi enn tilveran millum upprunafólkið. Fleiri viðmæli »

Aftur í 60’ini
Mad men er ein amerikansk sjónvarpsrøð, sum hevur verið víst síðan 2007, og sum framvegis er á skránni. Røðin gongur fyri seg í byrjanini av 60’unum, og snúningspunktið er lýsingarfyritøkan Sterling Cooper í New York. Nú góðu tíðirnar við forbrúkaramentanini alsamt taka dik á seg, gongur sera væl hjá fyritøkuni. Tann kreativi stjórin, Donald Draper, er høvuðspersónurin í røðini, men rundan um hann eru nógvir framsøknir starvsmenn, umframt ídnar skrivstovukvinnur, ið eisini royna at fóta sær á hesum mansdomineraða arbeiðsplássi. Men eisini privatlív teirra verður lýst í hesi tíð, tá John F. Kennedy enn var forseti. Fleiri viðmæli »
|