
1. bókavørður til Býarbókasavnið
Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú hevur ávirkan og góðar møguleikar at mennast. Sum 1. bókavørður skalt tú saman við hinum í leiðsluni standa á odda fyri at veita borgarunum í Tórshavnar kommunu eina framkomna og tíðarhóskandi bókasavnstænastu.
STARVIÐ
Sum 1. bókavørður ert tú varaleiðari stovnsins. Tín uppgáva er at tryggja eitt høgt og tíðarhóskandi tænastustig, og í tøttum samstarvi við býarbókavørðin menna stovnin, tænastur og samstarv sum heild. Høvuðsuppgávurnar hjá 1. bókavørðinum eru:
• At vera leiðari fyri økið Tænastur og menning
• At luttaka í leiðslutoymi stovnsins
• At menna og leiða toymir saman við øðrum starvsfólkum
• At umsita bókarøkt/savnsrøkt, herundir at skipa bókaval, viðlíkahald, burturbeining v.m.
• At standa fyri átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins
• At skipa fyri almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan
• At umsita og menna vaktarskipan fyri útlán og barnabókasavn
• At luttaka í vaktarskipanini umleið 30% av arbeiðstíðini
• At hjálpa til, tá ið tørvur er á tí
Harumframt tekur 1. bókavørðurin eftir tørvi lut í øðrum vanligum bókavarðaarbeiði.
FØRLEIKAKRØV O.A.
Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður ella hava samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi í mun til starvið. Eisini krevst góður kunnleiki til og førleiki at nýta og vegleiða onnur at nýta bókasavnsskipanir.
Leiðsluskeið ella -útbúgving er ein fyrimunur, men kann fáast í lag eftir setan.
PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Umráðandi er, at umsøkjarin er málsøkjandi og framsøkin, hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar og hevur leiðslueginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, kunna hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og eggja teimum at menna tænastustøðið. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í 8. lønarflokki.
UM TÚ YNSKIR AT VITA MEIRA
Meira fæst at vita um starvið við at senda teldupost til Vónbjørt Vang, býarbókavørð og leiðara á Býarbókasavninum, ella við at ringja til býarbókavørðin á tel 257242.
UMSÓKNIN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 22. februar 2019. Merk umsóknina „1. bókavørður / varaleiðari til Býarbókasavnið“.
BÝARBÓKASAVNIÐ
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Um árið koma umleið 120.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Bókasavnið hevur tríggjar deildir, barnabókasavn, útlán fyri vaksin og lesistovu. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali. Meira fæst at vita um Býarbókasavnið her á heimasíðuni.