Reglugerð
Lánarakort
Neyðugt er at hava lánarakort og loynital.
Samleikaprógv verður kravt.
Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá. Útfyllingarkort fæst á bókasavninum.
Lánarakortið er persónligt, og lánarin hevur ábyrgd av tí, ið lænt er. Um lánarakortið verður burtur, kostar tað 30 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn at fáa nýtt.
Boðast skal frá, um broytingar eru í persónsupplýsingunum.
Lánitíðin
Lánitíðin er vanliga ein mánaður. Um eingin annar hevur bílagt tilfarið, kann lánið endurnýggjast, tó í mesta lagi 3 ferðir.
Lánitíðin fyri dvd-filmar er 15 dagar, og lánið kann endurnýggjast eina ferð, um eingin annar hevur bílagt filmin.
Lánitíðin fyri listaverk er tríggir mánaðir, og tað ber til at endurnýggja lánið eina ferð, um myndin ikki er reserverað. Tvær myndir kunnu lænast í senn.
Verður farið út um lánitíðina, verða 20 kr. at gjalda. Verður farið meira enn 14 dagar út um lánitíðina, verða 70 kr. at gjalda. Hetta er galdandi, hóast áminning ikki er send.
Endurgjald
Endurgjald verður at gjalda fyri lán, sum ikki verður afturborið, og somuleiðis fyri oyðilagt og burturmist tilfar. Umsitingarútreiðslurnar eru 140 kr.
Fer skuldin upp um 500 kr., kann rætturin at læna falla burtur, til skuldin er goldin.
Bílegging
Til ber at bíleggja bøkur og annað. Fráboðan verður send, tá tað bílagda er tøkt.
Dvd-filmar
Aldursmarkið at læna filmar til vaksin er 13 ár.
Teldur
Tað er ókeypis at nýta teldurnar og internetið.
Friðarligt skal vera við teldurnar.
Aldursmarkið fyri at nýta internetteldur er 13 ár.
Printari er til summar teldur. Avrit kosta 2 krónur fyri arkið.
Ikki er loyvt at broyta uppsetingar.
Ikki er loyvt at nýta teldurnar til ólóglig endamál.