Rundvísing, book talk og bókasavnskunning

Tilboð til skúlar í Tórshavnar kommunu

Rundvísing (15-30 minuttir)
Skúlar eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við okkum at biðja um eina tíð, har næmingar kunnu vitja bókasavnið og fáa eina stutta rundvísing.

Book Talk ætlað næmingum í 3.-6. flokki (45-60 minuttir)
Barnabókavørðurin hevur funnið fram spennandi, kular og stuttligar bøkur og hevur eitt sonevnt book talk. Book talk er ein miðling av tilfari og samstundis ein samrøða millum barnabókavørðin og børnini, so teirra áhugamál og væntanir verða hoyrd.
Fantasy, science fiction, stuttligar bøkur, óhugni, vinalag, kærleiki, gaming og yrkisbøkur.

Aftaná finnur og lænir hvør næmingur 1-3 bøkur, so næmingarnir skulu hava lánarakortið hjá sær við. Teir næmingarnir, sum ikki frammanundan hava lánarakort á Býarbókasavninum, skulu hava skrivligt loyvi við heimanífra til at fáa lánarakort.

Bókasavnskunning við uppgávum (45-60 minuttir)
Tilboðið er til næmingar frá 7. flokki, sum læra at finna runt á ungdóms- og vaksnabókasavninum.
Vit hava eina stutta rundvísing, og næmingarnir fáa til uppgávu at finna ymiskt tilfar á hillunum.

Sendið fyrispurning til bbs@bbs.fo, so avtala vit eina tíð.