Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Ert tú lesandi, og hevur tú tørv á at lesa og skriva í friði og náðum? Her kanst tú sum lesandi sita í friðarligum umhvørvi og arbeiða við uppgávum og lestri. Øll, sum eru undir hægri lesnaði, bæði útisetar og lesandi í Føroyum, eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhølini eru opin allar dagar, somu tíðir sum bókasavnið:

  • Mánadag til hósdag kl. 9 – 20
  • Fríggjadag kl. 9 – 18
  • Leygardag kl. 10 – 17
  • Sunnudag kl. 14 - 17

Hølini hava arbeiðsborð og tráðleyst internet, og har er pláss fyri fýra lesandi í senn. Hølini liggja væl fyri á 2. hædd, á somu hædd sum útlánið og kopirúmið, so allir hentleikar eru í nánd. Í kopirúminum eru góðir møguleikar fyri at prenta og binda uppgávur inn.