Jane Austen í øldir
Tann 16. desember 2025 hevði Jane Austen fylt 250 ár.
Eftir bókasavnið
Jane Austen (1775–1817) dugdi sera væl at lýsa kenslur hjá fólki og sosiala dynamikkin í samfelagnum, og tað kom týðiliga fram í bókum hennara. Skaldsøgurnar eru romantiskar, samfelagsliga tilvitaðar og humoristiskar. Her er eitt yvirlit yvir tær seks skaldsøgurnar, umframt trý verk, ið ongantíð vórðu liðug, men kortini eru komin út í bók. Skaldsøgurnar sameina kærleika, humor og hvassar sosialar eygleiðingar. Tær vísa, at menniskjansligar kenslur og sambond eru tíðarleys – og kunnu lesast eins væl í dag, og fyri 200 árum síðani.