Umbygging
Umbygging

Umbygging á bókasavninum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
01.09.21
Í desember 2021 fáa vit nýtt ungdómsbókasavn.

Eitt øki á aðru hædd skal umbyggjast til ungdómsbókasavn, og vesini á barnabókasavninum skulu dagførast. Hetta arbeiðið er nú farið í gongd. 

Áðrenn vit byggja upp og fara at síggja vakurleikan, mugu vit bróta niður og rudda út. Tí kunnu vit væntað nakað av óljóði og órógvi á bókasavninum komandi vikurnar.

Vit biðja vinarliga okkara vitjandi um at halda okkum til góðar so leingi arbeiðið varar.

Vit gleða okkum at síggja lidna úrslitið um miðjan desember í ár.