Sáttmáli undirskrivaður um ger av nýggjari ungdómsdeild
Sáttmáli undirskrivaður um ger av nýggjari ungdómsdeild

Ungdómsdeild á Býarbókasavninum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
24.06.21
Leingi hevur verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum

Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir arbeiðstøkusáttmála við Sp/f Vælaverk um at innrætta og gera eitt ungdómsbókasavn á 2. hædd á Býarbókasavinum í Niels Finsens gøtu.

Á ungdómsdeildini skulu tey ungu fáa betri og meira hóskandi pláss at vera bókasavnsbrúkarar. Ungdómsdeildin skal vera eitt innbjóðandi stað, sum gevur teimum ungu íblástur, møguleika og umstøður at vera á bókasavninum. Á ungdómsbókasavninum verður, umframt eitt gott úrval av ungdómsbókum á bæði føroyskum, donskum og enskum, eisini rúm fyri borðspølum, lesikrókum og lestrarumstøðum.

Í verkætlanini liggja eisini umvælingar av vesum og skiftiumstøðum á barnabókasavinum.

Arbeiðið byrjar í september 2021 og verður væntandi liðugt um ársskiftið. Samlaða verkætlanin kostar 1,7 mió. kr. 

Á myndini síggjast:
Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Vónbjørt Vang, býarbókavørður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gunnar Mohr, stjóri í Sp/f Vælaverk, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Martin P. Hansen, stjóri í Sp/f Vælaverk og Óli Ludvig, verkætlanarleiðari.

Frámerki