Talríkar talgildar tænastur
Bókasavnið er annað enn eitt hús við nógvum bókum og bløðum, og skipar javnan fyri tiltøkum og bjóðar góðar umstøður til m.a. lesandi og børn.
Talríkar talgildar tænastur
Allar talgildu tænasturnar eru skjótar at gloyma, um ein ikki er vanur at brúka tær. Á heimasíðuni undir yvirskriftini E-bókasavnið fært tú atgongd til fleiri fjølbroyttar og dygdargóðar tænastur.
Tú kanst t.d. brúka Børnebiffen at finna góðar barnafilmar úr fleiri londum. Á Filmstriben er ein ørgrynna av góðum filmum til tey vaksnu. Síðani eru tað eReolen, eReolen GO! og eReolen Global, har tú finnur nógvar góðar e-bøkur og ljóðbøkur til bæði vaksin og børn - mest á donskum og enskum. Ert tú lesandi, kunnu vit viðmæla Faktalink og Forfatterweb, har tú finnur álítandi og upplýsandi tilfar um ymisk evnir og rithøvundar. Ein tænasta, sum nógv hava gleði av, kallast Læsekompasset. Har kanst tú fáa íblástur til at finna eina bók (á donskum), sum er akkurát tú. At enda kunnu nevnast grunnar við tíðindagreinum og granskingartilfari. Her er atgongd til Infomedia, Tíðarrit.fo og Gale - High School.
Ókeypis at brúka
Allar hesar tænasturnar eru ókeypis at brúka, tí Býarbókasavnið hevur longu rindað haldaragjaldið. Summar av tænastunum kunnu brúkast heima, og onkrar mugu brúkast á bókasavninum.
Vit ynskja tær góða ferð á netinum.