Royn E-bókasavnið
Royn E-bókasavnið

Royn nakað nýtt í 2022

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
03.01.22
Royn nakað nýtt í 2022!

Úti er illfýsið, tú situr kanska dekan ov tungt í sofuni, og í desember var kanska ikki so nógv tíð til hugsavnan og egin áhugamál.

Men eitt nýtt ár gevur høvi at royna nýggjar møguleikar!

VIT KUNNU VIÐMÆLA OKKARA E-BÓKASAVN!

Sí t.d. eReolen og Filmstriben.

Tú ritar inn við upplýsingunum á lánarakortinum, og so er alt ókeypis! (Bókasavnið hevur longu goldið fyri títt brúk!)

eReolen er bæði ljóðbøkur og e-bøkur. Mest á donskum, tó onkur hendinga á føroyskum. Enskar bøkur finnur tú á eReolen Global.

Filmstriben er á tremur við góðum filmum, sum tú kanst stroyma m.a. á tíni egnu teldu og telefon.

Vit ynskja tær eitt gott nýggjár!