
Hjálp til talgildar tænastur
Hjálp til talgildar tænastur
Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
17.04.23
Hvønn týsmorgun kl. 10-11 er hjálp at fáa.
Bókasavnið fer nú undir eina nýggja tænastu, at bjóða brúkarum inn á gólvið, at fáa hjálp til talgildar bókasavnstænastur.
Hevur tú trupulleikar við eReolen, Libby ella Filmstriben? Vilt tú læra at bíleggja og endurnýggja bøkur á heimasíðuna hjá okkum?
Býarbókasavnið hevur nógvar talgildar tænastur, og tað er ikki altíð lætt at fáast við, men nú er hjálp at heinta.
Hvønn týsdag kl. 10.00-11.00 kanst tú fáa hjálp til at nýta tænasturnar á teldu, teldli ella fartelefon. Tað er ikki neyðugt at melda til. Eitt starvsfólk stendur klárt at taka ímóti tær og tínum spurningum, og vit royna at hjálpa, tað vit kunnu.
Vælkomin!
Frámerki