Summarbókin - Kapping fyri børn og ung
Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
02.07.21
Les og vinn gávukort á kr. 300,- frá bókahandlum.
Tað er gott at lesa - og serliga í summarfrítíðini, tá ongin skúlagongd er. Fyri at gera tað eitt sindur stuttligari at lesa, hava vit gjørt eina lesikapping.
Kappingin er fyri børn og ung í aldrinum 6-16 ár.
Reglurnar eru í trimum stigum:
- Les í minsta lagi eina bók (men tú ert vælkomin at lesa fleiri)
- Vel í minsta lagi seks avbjóðingar á listunum, sum vit hava gjørt
- Lat okkum eitt ella fleiri bókaummæli - í seinasta lagi 21. august
Kom á bókasavnið eftir pappíri at skriva ummælir á. Tú kanst eisini prenta plakatina út og skriva títt ummæli á baksíðuna.
Ivast tú í hvat tú skalt lesa, ert tú sera vælkomin inn á barnabókasavnið at biðja um uppskot.
Vit gleða okkum at fáa nógv ummælir inn.
Góðan summarlesihug!
Fílur
Frámerki