Mangatekniskeið á ungdómsbókasavninum
Mangatekniskeið á ungdómsbókasavninum

Mangatekniskeið 19. mars - fullteknað/bíðilisti

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
07.03.23
Skeiðið er fullteknað. Møguleiki er at koma á bíðilista.

Nýggja ungdómsbókasavnið á Býarbókasavninum hevur fingið sera góða móttøku. Ung í ymiskum aldri og í ymiskum ørindum brúka hølini. Her eru umstøður at hugna sær, spæla borðspøl, lesa og læna bøkur. Mangabøkur eru serstakliga væl umtóktar og nógv læntar og lisnar.

Sunnudagin 19. mars frá klokkan 14 til 17 verður eitt skeið í at læra at tekna mangatekningar. Tað er Anna Sofía Andreassen, sum fer at leggja lag á. 

Tekniskeiðið er fyri 12 ára gomul og eldri. Tilmelding er neyðug, og tað er avmarkað atgongd.
Melda til á bbs@bbs.fo ella ring á tel. 302030 og sig okkum navn, aldur og telefonnummar ella teldupostadressu.

Skeiðið er ókeypis.