Animedrongur
Animedrongur

Mangatekniskeið 16. apríl - fullteknað/bíðilisti

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
12.04.23
Skeiðið er fullteknað. Møguleiki er at koma á bíðilista.

Mangabøkurnar á ungdómsbókasavninum eru væl umtóktar og nógv læntar og lisnar.

Sunnudagin 16. apríl kl. 14.30 til 17.00 fer Anna Sofía Andreassen at leggja ungum teknarum lag á at tekna mangatekningar.

Tekniskeiðið er fyri 12 ára gomul og eldri. Tilmelding er neyðug, og tað er avmarkað atgongd.
Melda til á bbs@bbs.fo ella ring á tel. 302030 og sig okkum navn, aldur og telefonnummar ella teldupostadressu.

Skeiðið er ókeypis.

Tilfar