Ebba Hentze
Ebba Hentze

Ebbu-virðislønin 2024

Stutt tíðindi
21.05.24
Ebbu-virðislønin verður handað á Býarbókasavninum 24. mai klokkan 15.00.

Virðislønin, sum verður handað ungum rithøvundi, ið hevur sýnt serligar gávur, er uppkallað eftir Ebbu Hentze (25. sep.1929 – 20. mai 2015). Virðislønin er 25.000 kr.

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handar virðislønina á fimta sinni. Handanin er almenn og øll er hjartaliga vælkomin.

Skráin fyri hátíðarhaldið:

kl. 15.00 Vælkomin

kl. 15.10 Tónleikur

kl. 15.15 Røða

Kl. 15.30 Handan av Ebbu-virðisløn

kl. 15.40 Tónleikur

kl. 15.45 Liðugt

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.

Umframt sítt víðfevnda virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns¬grunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Tey sum áður hava fingið Ebbu-virðislønina eru:

Beinir Bergsson (2018)

Trygvi Danielsen (2019)

Anna Malan Jógvansdóttir (2020)

Katrin Joensen-Næs (2023)