Barnabókasavnið stongt vegna umvæling
Barnabókasavnið stongt vegna umvæling

Barnabókasavnið er stongt vegna umvæling

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
30.01.24
Vegna stóra umvæling er barnabókasavnið stongt frá 1. februar til 21. mars

Spælistovan, sum er ætlað smábørnum við avvarðandi, er kortini opin sum vant. Spælistovan er tó ikki til dagstovnar ella størri bólkar.

Hvussu kann eg so læna? 
Meðan barnabókasavnið er stongt, kanst tú bíleggja barnabøkur á heimasíðuni ella við at skriva til bbs@bbs.fo, um tú t.d. vilt hava myndabøkur um eitt ávíst evni. So finna vit bøkur fram til tín. Vit fara eisini at hava eydnuposar við barnabókum til ymsar aldursbólkar, sum kunnu lænast beinanvegin. Eydnuposarnar finnur tú á niðastu hædd.

Hvussu við matpakkanum?
Meðan barnabókasavnið er stongt, sleppa vitjandi stovnar at eta matpakka á niðastu hædd í innara rúminum. Sí skelting.

Hví letur barnabókasavnið aftur?
Barnabókasavnið skal høvuðsumvælast, og tí mugu vit steingja tað eitt tíðarskeið. Hóast plássið er vorðið størri, er sjálvt barnabókasavnið ikki broytt í nógv ár, men nú verður tað! Tey minnu børnini fáa nógv meira pláss, og vit eru vís í, at tey fara at elska nýggja barnabókasavnið. Tað verður eisini meira pláss fyri teimum størru børnunum, har dentur verður lagdur á hugna, hugsavnan og hugdýping. Afturfyri verður matpakkarúmið minni. Aftan á umvælingina fara umleið 20 børn at kunna sita til borðs í senn.

Fríggjadagin 22. mars letur barnabókasavnið upp aftur í nýggjum hami. Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin inn á eitt nýtt tíðarhóskandi barnabókasavn.