Brævið til Heina F. Petersen frá Astrid Lindgren í 1971
Brævið til Heina F. Petersen frá Astrid Lindgren í 1971
Heini F. Petersen og bræv frá Astrid Lindgren
Heini F. Petersen og bræv frá Astrid Lindgren

Týðarin kom í 60 ára føðingardag hjá Emil í Lønnibergi

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
18.11.23
Forkunnug vitjan í 60 ára føðingardegnum hjá Emil í Lønnibergi

Bästa Heini F. Petersen, ...

Soleiðis byrjar brævið frá Astrid Lindgren til føroyska týðaran av fyrstu føroysku útgávuni av Emil í Lønnibergi. Heini og konan vóru komin úr Sandavági í 60 ára føðingardag hjá Emil, sum varð hildin á barnabókasavninum í dag. Við sær hevði hann eitt av trimum brøvum, sum hann fekk frá Astrid Lindgren í 1971. Brævið, sum er skrivað á skrivimaskinu, er vinarliga orðað. Tað sæst, at Astrid Lindgren er hjálpsom og fegin vil hava bókina týdda til føroyskt. Heini fortaldi okkum, at hon var sera lagalig, tá tað kom til gjald fyri rættindir.

Á myndini síggja vit Heina og brævið frá Astrid Lindgren við hennara undirskrift.

Hetta var ein forkunnug vitjan og eitt forkunnugt bræv. Takk fyri vitjanina, Heini og Marna!