Tølini á bókasavninum
Bøkur
Rithøvundur: Kristina Petersen
06.09.23
Undrast tú á, hví tú ofta skalt leita eftir einum tali, tá tú skalt finna eina bók á bókasavninum?
Yrkisbøkur á fólkabókasøvnunum eru skrásettar eftir flokkingarskipanini DK5, sum fevnir um øll hugsandi evni. Evnini eru flokkað í høvuðs- og undirflokkar, og endamálið er, at allar bøkur um eitt ávíst evni eru savnaðar á somu hill. Tú hevur kanska onkuntíð funnið eina góða bók undir liðini á tí bókini, sum tú í grundini leitaði eftir.
Í høvuðsheitum standa allar yrkisbøkurnar í raðfylgju eftir DK5-talinum, sum bøkurnar hava fingið, og sama skipan verður brúkt til bøkur fyri vaksin og til barnabøkur.
Fagrar bókmentir, sum eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, eru skipaðar eftir eftirnavninum á rithøvundinum, og ikki eftir einum tali.
Tú ert altíð vælkomin at spyrja starvsfólkið á bókasavninum, um tú ikki finnur tað, sum tú leitar eftir.
Frámerki