![Jólasøgur í desember Jólasøgur í desember](https://www.bbs.fo/sites/default/files/styles/ding_secondary_large/public/jolasogur_a_bbs_des_2021.png)
Jólasøgur í desember
Jólasøgur og -prýði til børn og familjur
Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
29.11.21
Hugnaligt og friðsælt tiltak til børn og barnafamiljur
Tríggjar ferðir í desember fáa vit vitjan av Mariann Hansen, sum fer at lesa jólasøgur á barnabókasavninum. Mariann hevur valt tríggjar góðar barnasøgur, sum hóska til smærri børn og teirra familjur.
Hvønn dag í jólamánaðinum er eisini møguleiki, at gera sítt egna jólaprýði á barnabókasavninum. Pappír, saksar og lím liggja frammi, sum vitjandi kunnu brúka.
Sum vanligt á bókasavninum er ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.
Vit ynskja øllum børnum og teirra vaksnu fólkum ein góðan jólamánað.