Læn ein pakkakalendara
Læn ein pakkakalendara

Læn ein jólakalendara

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
26.11.21
Lesing saman er nærvera. Læn bøkurnar á bókasavninum.

Læn ein pakkakalendara á bókasavninum. Soleiðis fært tú ein einfaldan og umhvørvisvinarligan pakkakalendara. 

Bókavørðirnir hava pakkað bókarúgvur við 24 bókum og 4 bókum í hvørjum, sum tú kanst læna heim við. Um tú vilt gera meira burturúr, kanst tú pakka hvørja einstaka bók inn heima, og brúka tær í pakkakalendaranum. So hava tit eina nýggja bók at lesa hvønn dag, og aftan á jól letur tú allar bøkurnar inn aftur.

Tað ber eisini til at koma á barnabókasavnið og sjálvi velja sær bøkurnar til jólakalendaran. Bókavørðirnir vegleiða fegnir.

Vit ynskja øllum børnum og teirra vaksnu fólkum ein góðan jólamánað.