Bøkur til tilflytarar Stutt tíðindi - 22.01.21 Býarbókasavnið er fyri øll og hevur tilfar til børn, ung og vaksin, og nú fer bókasavnið eisini at fevna um fleiri mál.
Nýtt átak: 14-daga lán Stutt tíðindi - 22.01.21 Orkar tú ikki at bíða til bókin er tøk á bókasavninum? Nú kanst tú vera so heppin at finna bókina sum eitt skundlán, ið einans varar 14 dagar.
Appin til eReolen riggar aftur Stutt tíðindi - 21.01.21 E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android. Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta eReolen.
Bókavørður til Býarbókasavnið Stutt tíðindi - 13.01.21 Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja 1. mars 2021 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 29.25 tímar um vikuna.
Soleiðis er opið um jólini Stutt tíðindi - 19.12.20 Býarbókasavnið er opið sum vant í jólafrítíðini hjá skúlunum
Lestrarhølið á Býarbókasavninum Stutt tíðindi - 09.12.20 Ert tú lesandi, og hevur tú tørv á at lesa og skriva í friði og náðum nú um jóltíðir, so bjóðar Býarbókasavnið lestrarhøli í desember mánaða og inn í januar.
Søguløtur á Býarbókasavninum Stutt tíðindi - 02.12.20 Kom á Býarbókasavnið og fá tær ein skáa frá jólaresinum.
Mariann lesur upp úr bókini "Øll telja við" Stutt tíðindi - 26.11.20 Vit hava fingið Mariann Hansen at lesa upp úr myndabókini “Øll telja við” eftir Kristin Roskifte, og tað verður ikki nógv hugnaligari, enn tá hon situr inni á barnabókasavninum og lesur.
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020 Stutt tíðindi - 12.10.20 Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal.