Mangatekniverkstova - tveir sunnudagar á rað
Kom og lær at tekna mangatekningar
Tveir sunnudagar á rað fara vit at tekna mangatekningar á ungdómsbókasavninum. Tað verður Anna Sofía Andreassen, sum fer at hava verkstovurnar, og hon vegleiðir eftir tørvi. Hetta vera støkk-inn-verkstovur, so tú kanst koma og fara, tá tú vilt.
Tað er ókeypis at luttaka.
Frámerki