Verið til staðar saman við børnunum
Eftir Barbaru
Á barnabókasavninum hevur tú kanska lagt til merkis, at nýggj klistrimerki eru komin á gólvið? Barnabókasavnið er eitt gott stað at vera fyri at brúka tíð við børnunum. Fyri at verða órógvað sum minst, heita vit á tey vaksnu um at leggja fartelefonirnar til viks. Vit hava fleiri hugnaligar krókar, har tit kunnu hyggja í eina bók saman við børnunum, spæla spøl ella tekna. Vit eru so fegin um, at so nógv børn og vaksin vitja barnabókasavnið.