Hevur verið

Vilstar røtur - Rithøvundasamrøða v/ Ingun Christensen

Trý verk eru í uppskoti at vinna Lesaravirðislønina 2025. Skaldsøgan Vilstar røtur eftir Ingun Christensen er ein av teimum trimum. Hóskvøldið kl.18.30 fer Eilen Anthoniusen at hava samrøða við Ingun um bókini.

Tiltakið er ókeypis og øll er vælkomin. Bókasavnið bjóðar okkurt til góman.
Date
Hevur verið

Tað ber longu til at atkvøða fyri, hvør vinnarin skal vera. Tey tilnevndu verkini eri: Sára Malena eftir Sólrun Michelsen, Vilstar røtur eftir Ingun Christensen og Lygn eftir Eyðun Klakstein. Vinningurin er 30.000 kr.

Í fjør settu Føroysku bókasøvnini nýggju bókmentavirðislønina á stovn. Vinnarin gjørdist Høgni Mohr við Saga JAM.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tú kanst atkvøða her:

http://www.xn--lesaravirislnin-qqb3l.fo/

Virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.

Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.

Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.