Lesiringar

Dámar tær væl at lesa, men manglar onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Býarbókasavnið hevur í nógv ár skipað fyri lesiringum. Lesiringarnir hittast eina ferð um mánaðin, fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið. 
Tað er ókeypis at luttaka í lesiringi. Bókasavnið leggur høli til, og hjálpir at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.
Tíðliga um heystið á hvørjum ári verður bjóðað inn til eitt kvøld, har áhugað og nýggir luttakarar kunnu møtast, og nýggir lesiringar stovnast.  

Vanliga møtast lesiringarnir einaferð um mánaðin frá september til apríl. Øll eru vælkomin roynd sum óroynd.

Fylg við her á heimasíðuni ella tú kanst skriva til bbs@bbs.fo ella ringja á telefon 302030.