Lesiringar
Dámar tær væl at lesa, men manglar onkran at tosa við um tað, tú lesur?
Býarbókasavnið hevur í nógv ár skipað fyri lesiringum. Lesiringarnir hittast eina ferð um mánaðin at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.
Tað er ókeypis at luttaka í lesiringi. Bókasavnið leggur høli til, og hjálpir at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.
Tíðliga um heystið á hvørjum ári verður bjóðað inn til eitt kvøld, har áhugað og nýggir luttakarar kunnu møtast, og nýggir lesiringar stovnast.
Vanliga møtast lesiringarnir eina ferð um mánaðin frá oktober til apríl. Øll eru vælkomin - roynd sum óroynd.
Fylg við her á heimasíðuni, ella skriva til bbs@bbs.fo ella ring á telefon 302030.