Leikasavnið

Tú kanst læna leikur á Býarbókasavninum. Tað er best at bíleggja leikuna á heimasíðuni, og so fært tú eini boð, tá hon er klár at heinta. Men eisini ber til at koma á bókasavnið at spyrja eftir leikunum. 

Lánitíðin er 1 mánaður. 

...

Her á síðuni finnur tú eitt breitt úrval av øllum leikunum, ið eru bólkaðar í ymsar bólkar. 

Eisini hava vit gjørt eina leiting í bókasavnsskipanini, sum gevur yvirlit yvir allar leikurnar, sum bókasavnið hevur: Leikur á Býarbókasavninum

 

Meira um Leikasavnið

Icon Description

Føroya fyrsta almenna leikasavn læt upp á Býarbókasavninum 15. juni 2018. 

Leikasavnið er partur av átakinum Grøna leiðin, sum er sett í verk sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har greið mál eru sett um økta býtisnýtslu. Ein arbeiðsbólkur hjá kommununi umboðandi Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina mentu verkætlanina. 

Dentur er lagdur á at keypa inn dygdargóðar leikur, ið lúka ES-krøvini fyri leikur til børn. 

Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum fíggjar Leikasavnið, ið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina. 

Børn og avvarðandi í Tórshavnar kommunu hava tikið væl ímóti hesum tilboði.