At gerast lánari
Fyri at gerast lánari mást tú koma framvið bókasavnið, ella senda okkum teldupost til bbs@bbs.fo, og upplýsa: fulla navn, bústað, føðingardag, telefonnummar og teldupost. Samleikaprógv verður kraft. Um tú sendur teldupost, skal mynd av koyrikorti ella øðrum samleikaprógvi sendast við.
Tá ið tú ert upprættað/ur sum lánari, fært tú eitt lánarakort. Tað skalt tú hava við hvørja ferð tú kemur á bókasavnið. Eisini fært tú ein brúkara á okkara heimasíðu, har tú kanst rita inn, og síggja tíni lán.
Um lánarakortið verður burtur, kostar tað 30 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn, at fáa nýtt.
Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá fyri at gerast lánarar. Til ber at fáa skjal frá okkum at taka við heim, at fylla út.