Gummi-Tarzan 50 ár
Tað eru 50 ár liðin, síðan Ole Lund Kirkegaard skrivaði og teknaði søguna um Gummi-Tarzan.
Eftir Hanne Magnussen
Stuttliga søgan er um dreingin Ivan Olsen, sum er lítil og klantrasligur. Pápi hansara kallar hann Gummi-Tarzan, tí hann hevði so ynskt sær at átt ein sterkan son. Og í skúlanum arga teir stóru dreingirnir hann og gera hann buksuvátan næstan hvønn dag. Heldur ikki er tað lætt hjá honum at lesa, tí bókstavirnir renna runt sum meyrur á pappírinum.
Men ein dagin hittir Ivan Olsen eina gandakelling, og tá verður alt øðrvísi ...
Pauli Nielsen týddi Gummi-Tarzan til føroyskt í 1982.