At lána og lata inn

Á 1. hædd eru sjálvavgreiðslur, har tú sjálv/ur avgreiðir tíni lán við lánarakortinum. Starvsfólk eru tó altíð til staðar at heita á og vegleiða fegin. 

Tú kanst eisini bíleggja tilfar á heimasíðuni. Tað gert tú við at rita inn á tín brúkara. Tú fært eini boð, tá ið tilfarið er klárt at heinta. 

Við lánarakortinum hevur tú eisini atgongd til e-reolen, filmstriben og aðrar tilgildar tænastur. Hygg her: https://www.bbs.fo/e-bokasavnid