Reglugerð fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
§ 1
Virðislønirnar bera navn M. A. Jacobsens.
§ 2
Virðislønirnar verða latnar á hvørjum ári av Tórshavnar býráð, sbr. §8.
§ 3
Virðislønirnar verða latnar trimum fólkum, sum hava greitt verk úr hondum, ið
verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði.
Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og
fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. týðingar, bygdasøgur, endurminningar og
verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at
hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.
§ 4
Tórshavnar Býráð ásetir virðislønarupphæddirnar.
§ 5
Skuldi okkurt árið, eftir nevndarinnar tykki, verið ov lítið avrikað, kann nevndin
gera av ikki at lata virðislønirnar, ella onkra teirra, tað árið.
§ 6
Fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa.
Rithøvundafelag Føroya velur ein lim í hesa nevnd, Fróðskaparsetur Føroya
(setursráðið) velur ein lim og Tórshavnar býráð velur 3 limir.
Tað hvílir á teimum býráðsvaldu nevndarlimunum at kalla saman til fundar í hesi
nevnd.
§ 7
Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Tað
kemur fyri, at ritgerðir eftir føroyskar høvundar koma út á øðrum máli enn
føroyskum. Tær eiga at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í
virðislønarnevndini.
Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk,
sum eru útgivin.
§ 8
Virðislønirnar verða latnar 17. september (føðingardag M. A. Jacobsens) undir
slíkum formi, sum fimmmannanevndin fyrisetur, og skal býráðsformaðurin
vanliga handa teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi (frá
fimmmannanevndini) har tað er tilskilað, hvørji verk virðislønirnar eru givnar fyri,
og hvat - eftir meting nevndarinnar - gjørdi verkini virðislønarverd.
Tórshavnar býráð, tann 24. november 2005.