Orðingar 2020-

Orðingar 2020-

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Orðingar 2020-

 

2025

Marjun Syderbø Kjelnæs
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2025 verður latin Marjuni Syderbø Kjelnæs fyri skaldsøguna Marta Marta.
Høvundurin gevur svørt/hvítum myndum lit við erligum, rannsakandi lýsingum av menniskjum á tremur við vilja og óvilja, trauma og trúgv, og av einum lovaðum landi, sum ikki livir upp til øll lyftir.
Bókin leggur upp til, at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum, og at vit tora at taka eina støðu, meðan vit alsamt eru opin fyri øðrum sjónarmiðum og øðrum søgum.
Ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja, men eigur ikki at leggja okkum lamin í einum heimi, sum vit øll eiga lut í.

 

Kinna Poulsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025 verður latin Kinnu Poulsen fyri bókina Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld.
Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list. Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi. Keðiligt er tað ongantíð. Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran. Í nýggju bók síni Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð. Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg. Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið. Í eygnahædd er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum. Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.

 

Hans Tórgarð
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður latin Hansi Tórgarð, sum í mong ár hevur verið sjálv ímyndin av føroyskari leiklist.
Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing.
Sum sjónleikari er hann fjølbroyttur og megnar at rúnabinda áskoðaran við sínum meistaraliga spæli. Sum týðari hevur hann flutt heimsbókmentir og leikrit yvir í eitt leikandi lætt føroyskt mál.
Týðingin av stórverkinum Hamlet skarar framúr og stendur eftir hann sum ein sannur varði.
Hóast avbjóðingar og truplar umstøður innan føroyska leiklist megnar eldhugin og kærleikin hjá Hansi til listina at sannføra okkum um, at yrkisleiklistini er lív lagað í Føroyum.

 

2024

Vónbjørt Vang
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 verður latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé.

Í bókini Svørt orkidé lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð. 

Svørt orkidé er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri. Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen. Jarðfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av. 

Við Svørt orkidé fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er Svørt orkidé ein sjálvstøðug eind. Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið.

 

Andras Mortensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld.
Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.

 

Dagmar Joensen-Næs
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024 verður latin Dagmar Joensen-Næs.
Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp.
Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar.
Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu. Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.
Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar.
Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu.
Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024.

 

2023

Katrin Ottarsdóttir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2023 verður latin Katrini Ottarsdóttir fyri skaldsøguna Summarið varar ikki alt árið longur
Skaldsøgan er sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini frá 2020 og lýsir bæði ógvisliga og eymt, hvussu tað er at vaksa upp við sálarsjúkari mammu í einum samfelag, har tey flestu fylgja væl við og eygleiða hvønn annan, men annars ikki siga so nógv. Ótti og tøgn eyðkenna gerandisdagin hjá gentuni í skaldsøguni og elva til merkiligar, loyndarfullar vanar, sum lesarin stigvíst fær innlit í. Katrin Ottarsdóttir dugir hendinga væl at lýsa eina ótrygga, afturlatna tilveru í einum umhvørvi, sum tykist okkum bæði kent og ókent. Summarið varar ikki alt árið longur er ein sterk skaldsøga og dømi um framúr góða realistiska prosa á beinraknum føroyskum.

Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2023 verður latin Silasi Olofson og Jórun Pólsdóttir fyri bókaverkið Fuglar okkara
Í hesum vakra bókaverkinum verður greitt frá øllum teimum fuglasløgum, sum tey, sum halda eyga við fuglum, hava sæð í Føroyum. Silas er sjálvur tann, sum hevur boðað frá flestum sjáldsomum fuglum. Tað besta við tí er, at hann ikki bara hevur eyguni við fuglunum. Við sær hevur hann eisini myndatólið, og framúrskarandi evni hansara at avmynda fuglarnar í umhvørvi sínum gevur okkum høvi at njóta henda náttúrunnar sjáldsama vakurleika. Við nógvu og góðu myndunum sum grundarlag, megna Jórun og Silas at skipa fuglarnar í bólkar og at greiða frá teimum á løttum og greiðum føroyskum máli.

Trygvi Danielsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2023 verður latin Trygva Danielsen fyri hansara íkast til føroyskan tónleik, skaldskap og film
Trygvi gevur tí føroyska málinum ein nýggjan ham og eitt nýtt høpi at virka í, og hvørt verk er eitt tíðarbært boð uppá, hvussu vit kunnu úttrykkja okkum og nærkast einari fatan av okkum sjálvum — sum tjóð, sum menniskju, sum einstaklingar og sum partur av einari størri heild — uttan mun til skiftandi rák og sjangrur. Tað makaleysa handverkið og tað spælandi lyndið, sum ómakaleyst sveiggjar ímillum tungt og lætt, eyðkenna hansara list.

 

2022

Carl Jóhan Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður í 2022 latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymskuTerningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi. Skaldsøgurnar lýsa tilveruna “sum eitt elastikk ... spent á tamb og so slept knappliga”. Felags fyri tær eru misjøvn barnaár í skiftandi frásagnarsniði. Ein er fyrsta-persónsskaldsøga, ið ferðast víða í tíð og um støð; ein er fortalt hugarensl hjá einum fullkomiliga tigandi søgupersóni; tann triðja er ein long dement einrøða við einum tigandi lurtara. Minni, gloymska og tilvild eru miðjan í hesum tríverki.

Nils Ohrt
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður í 2022 latin Nils Ohrt fyri verkið Millum Føroyar og málningin. Bókin varpar ljós á myndlistina og lívið hjá trimum føroyskum listafólkum: Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálvi av Reyni, og kapitlarnir byrja við djúptøknum greiningum av einstøkum verkum. Millum Føroyar og málningin setur tey trý og teirra myndir í ein størri samanhang við at knýta træðrir ímillum listina her heima á landi og rák úti í heimi. List kemur av aðrari list, verður staðfest, og við umfatandi viðgerð, fótnotum og keldutilfari vísir høvundurin, hvussu tríggir føroyingar hava tikið lut í samrøðuni við listaheimin rundan um okkum.

Det Feröische Compagnie
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2022 latin leikbólkinum Det Feröische Compagnie fyri slóðbrótandi leikir síðani 2010. Í 2022 hevur leikbólkurin framført leikverkið Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Við støði í søguni um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen hevur Det Feröische Compagnie skapað ein minimalistiskan leik, sum spreingir siðbundnar fatanir av leiklist og megnar at bróta niður allar veggir millum áskoðara og leik. Áskoðarin upplivir samanbrestin millum kaldan og óndan veruleika og tað, sum ger heimin vakran. Upplivingin livir og trokar á, hóast bæði Lykkenborg og Pól Jóhannus eru horvin.

 

2021

Jógvan í Lon
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma.

Bókin varpar nýtt ljós á føroyska málsøgu við purismuni sum sáld. Við støði í stórari samanberandi kanning setir høvundurin føroyska purismu í norðurlendskt høpi og gevur soleiðis lesaranum eina djúpari fatan av puristiskum hugburði í samtíðini. Hetta er eitt viðkvæmt evni – er tað føroyskt ella bara orð í føroyskum? Høvundurin lyftir seg upp um ósemjurnar og vísir á, at málvariatión skapar rúmari ræsur í málinum. Jógvan í Lon lýsir føroyska purismu við vísindaligum neyvleika og miðlar hana á ein hátt, sum er viðkomandi bæði fyri frøðingin og tann vanliga føroyingin við áhuga fyri málinum.

Tron Trosterud
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø.

Sjálvboðin og uttan kostnað hevur hann gjørt ein nýggjan føroyskan rættstavara í samstarvi við Føroyamálsdeildina. Hann hevur gjørt aðrar rættstavarar og tykist hava serligan alsk til fáment mál. Umframt rættstavaran hevur hann ment ein elektroniskan tekstabanka við uml. 10 milliónum føroyskum orðum, har tað ber til at leita og kanna, hvussu orð verða brúkt í føroyskum. Rættstavarin og tekstabankin liggja á netinum ókeypis at brúka. Arbeiðið hjá Trond Trosterud byggir á humanistiska idealismu, málfrøðiligt innlit og ein brennandi áhuga fyri máli.

 

2020

Lív Maria Róadóttir Jæger
Eg skrivi á vátt pappír er nýskapandi formliga og innihaldsliga. Heimurin er ein røð av uppliving-arfyribrigdum, sum savnið greinar á poetiskan hátt gjøgnum ævisøguligar hend¬ingar og lýsingar av náttúru, atburði og tannárum. Skrivingin er í miðdepli, har “tann skrivandi er ein onnur”. Summar yrkingar eru myndalýsingar, og summar sitera opið ommuna og aðrar yrkjarar. Á henda hátt fær savnið vítt útsýni, eins og tann gerandisligi málburðurin er fyltur við eyka merkingum og frábrigdum.

 

Hjalmar P. Petersen
Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt. Tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar.

 

Jógvan D. Hansen
Jógvan D. Hansen hevur á eyðskildum máli megnað at bera fram djúptøknar og torgreiddar tilveruspurningar og etiskar tvístøður fyri einum breiðum skara.

Í eini tíð, har náttúruvernd og burðardygd eru átrokandi evni, hevur Jógvan í síni miðlan sett opnar etiskar og samfelagsligar spurningar. Á tann hátt hevur hann fingið fram fjøltáttaðar heimspekiligar svarmøguleikar, sum hava givið okkum amboð og fortreytir at svara teimum mongu torgreiddu tilveruspurningunum, sum eyðkenna okkara samtíð.