Reglugerð fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
§1
Heiðurslønin ber navnið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.
§2
Heiðurslønin verður latin á hvørjum ári av Tórshavnar býráð við teirri upphædd,
ið verður ásett av mentamálanevndini.
§3
Heiðurslønin verður latin fyri bóka- og listaverk fyri børn, sum verður hildið at
vera virðislønarvert. Heiðurslønin kann latast rithøvundum, týðarum, listafólkum
og einstaklingum.
§4
Latnar verða tvær virðislønir. Tó kann nevndin geva bert eina ella onga, um
nevndin tað árið kemur til ta niðurstøðu, at bert eitt ella onki verk er
virðislønarvert.
§5
Fimmmannanevnd ætlar um og ger av, hvør skal fáa virðislønina. Limir í
fimmmannanevndini eru: formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, sum er formaður, barnabókavørðurin á Býarbókasavninum í Tórshavn,
sum eisini er skrivari í nevndini, ein limur valdur av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu og tveir limir valdir av Tórshavnar býráð.
Barnabókavørðurin kallar saman til fundar í hesi nevnd.
§6
Heiðurslønin verður latin undir slíkum formi, sum fimmmannanevndin saman við
mentamálanevndini fyrisetur. Býráðsformaðurin handar heiðurslønina saman
við heiðursbrævi, har tað er tilskilað, hvat verk heiðurslønin er givin fyri, og hvat
eftir meting nevndarinnar gjørdi verkið virðislønarvert.
Samtykt av býráðnum 25. november 2010.