Siri Hustvedt: Endurminningar um kærleika, sorg og list
Vit hava fingið nýggjastu bókina eftir Siri Hustvedt. Her fært tú eitt yvirlit yvir hennara ritverk
Eftir bókasavnið
Stutt om Siri Hustvedt
- Fødd í 1955 og uppvaksin í Northfield í Minnesota við norskari mammu og norskum/amerikanskum pápa. Býr í dag í Brooklyn, New York
- Giftist við rithøvundinum Paul Auster í 1982. Hann doyði í 2024. Saman eiga tey dóttrina Sophie Auster frá 1987.
- Hevur eina bachelorútbúgving í søgu frá St. Olaf college og ph.d.-heiti í enskum bókmentum frá Columbia university.
- Hennara bøkur eru týddar til fleiri enn 30 mál.
Siri Hustvedt er ein av stóru rithøvundunum í New York. Hon er hvassorðað í sínari fatan av ójavnaði millum kynini, gátuføra sinninum, listini og stórbýnum New York.
Nýggjasta bókin Ghost. Stories. A Memoir, sum er ein ævisøga, er nú komin í danskari týðing og hevur fingið heitið Genfærd. En kærlighedshistorie. Erindringer.
Ritverkið hjá Siri Hustvedt breiðir seg yvir skaldsøgur, endurminningar og ritroyndir (essays), og møtir øðrum bókmentum, heimspeki og vísindi.
Kærleiki, sorg og list
Jeg lever. Min mand, Paul Auster, er død. Han døde den 30. april 2024 klokken 18.58 her i huset i Brooklyn, hvor jeg nu sidder og skriver disse ord.
Soleiðis byrjar Genfærd - eitt minnisrit um tey 43 árini, Hustvedt var saman við manninum, samhøvundinum og stóra kærleikanum Paul Auster.
í bókini skrivar hon um fyrsta árið, eftir at hann doyði, og um teirra langa lív saman - frá fyrstu kærleiksbrøvunum til teir seinastu tekstirnar, sum Paul Auster skrivaði, m.a. eina røð av brøvum til abbasonin Miles, sum hann náddi at kenna í fýra mánaðir.
Um ritverkið
Genfærd við undirheitinum En kærlighedshistorie er kanska mest persónliga verkið hjá Hustvedt, men tað er ikki fyrstu ferð, hon gevur av sínum egnu minnum og upplivingum. Hetta hevur hon javnan gjørt bæði í skaldsøgum og ritroyndum, til dømis í fyrstu skaldsøguni Blind Eyes (1992), har vit fylgja høvuðspersóninum Iris (Siri stavað aftureftir), sum eins og Hustvedt flytur úr Minnesota til New York og skal finna fótafestið í ógvusliga stórbýnum.
Iris fær brádliga ógvuslig migrenuherðindi, eins og Hustvedt sjálv hevur havt. Hesum greiðir hon frá í ritsavninum Kvinden der rystede við undirheitinum Historien om mine nerver frá 2010. Í bókini roynir Hustvedt at finna svar uppá, hví hon fekk ristingar, sum hon upplivdi eitt tíðarskeið, við mongum tilvísingum til nervavísindi.
Í ritsavninum En bøn for Eros (2006) skrivar Hustvedt:
Jeg har accepteret, at jeg er en skramlende, spasmodisk, flagrende krop, der skal arbejde for at kunne finde fred, ro og hvile.
Samanumtikið endurspeglar ritverkið hjá Hustvedt ein stóran áhuga fyri sálarfrøði og nervavísindi, og hetta sæst eisini í einari av hennara best umtóktu skaldsøgum Sommeren uden mænd (2011). Høvuðspersónurin Mia - sum eisini er rithøvundur og úr Minnesota - flytur fyribils aftur til barndómsbýin, eftir at maður hennara hevur funnið sær eina aðra.
Kyn og kvinnuleiklutir
Sommeren uden mænd er tó nógv annað enn bara ein skaldsøga um ringar nervar. Sum heitið sipar til er hon eisini ein søga um kvinnur. Høvuðspersónurin er nógv saman við mammu sínari og einari vinkonu hjá mammuni, og undirvísir eisini á einum skriviskeiði fyri gentur í tannárunum. Samstundis er unga grannakonan við tveimum smábørnum í ferð við at skiljast frá pápanum at børnunum. Sonur hennara, sum enn brúkar blæu, er so at siga einasti mannligi persónurin í skaldsøguni. Summarið er sostatt - bókstavliga - uttan menn, og hetta gevur eisini høvuðspersóninum Miu møguleika at hugleiða um kvinnuleiklutir og sambond tvørtur um ættarlið, og at kanna, hvørja frágreiðing sálarfrøðin hevur upp á munin millum kvinnur og menn.
Kyn og kvinnuleiklutir er eisini høvuðsevnið í fleiri av ritroyndunum hjá Hustvedt - millum annað í Mødre, fædre og andre (2022), har hon sigur, at "Misogynien er på fremmarch over hele verden" og vísir til, at hægstirættur avmarkar rættin til fría fosturtøku í USA, sum hon samanber við tá fasisman hevði framburð í Europa í 1930'unum.
Sum rithøvundur torir Hustvedt væl at stinga hondina niður í kynspolitiska vespureiðrið, og hon hevur verið feministur, síðani hon var 14 ára gomul.
Í skaldsøguni Den flammende verden (2014) varpar Hustvedt eisini ljós á kyn og kvinnuleiklutir gjøgnum listakvinnuna Harriet Burden, sum gevur út list undir mannligum dulnevni. Skaldsøgan byrjar við
Alle intellektuelle produkter, alle kunstværker, selv vittigheder, satirer og parodier, får en bedre modtagelse hos publikum, hvis publikum – et eller andet sted bag værket eller nummeret – kan finde en pik og et par nosser.
Listin sum snúningsdepil
Hustvedt viðger eisini sambandið millum kvinnur og list. Í ritsavninum En kvinde ser på mænd, der ser på kvinder kannar hon vegamótið millum list, kyn og nervavísindi á ikki færri enn 700 síðum.
Í tí væl umtóktu bókini Det jeg elskede (2003) verður sjóneykan sett á amerikanska listaheimin og intellektuellu listaelituna í New York, har skaldsøgan byrjar við søluni av einum málningi, sum eisini er byrjanin til eitt lívlangt vinalag millum søgufrøðingin Leo og listamannin Bill.
Stórbýurin New York
New York er ikki bara heimið hjá Hustvedt - býurin er eitt so gjøgnumgangandi leiktjald í hennara verkum, at hann næstan myndar ein persón í sjálvum sær. Í fleiri av bókunum stígur hann fram longu á fyrstu síðu, til dømis í áðurnevndu skaldsøguni Det jeg elskede við nøvnunum Greene Street og East Village, og eisini í fyrstu skaldsøguni Med bind for øjnene, har høvuðspersónurin greiðir frá síni tíð sum studentur á Columbia University og býr á West 109th Street. Hustvedt skrivar eisini um, hvussu býurin er mentur, síðan hon flutti hagar úr Minnesota sum ung lesandi, hetta hugleiðir hon um í fleiri av sínum ritroyndum og í skaldsøguni Minder om fremtiden (2018).
Í Minder om fremtiden fylgja vit høvuðspersóninum S.H. (sum sostatt hevur somu byrjanarstavir sum Siri Hustvedt), bæði tá ið hon sum ungur rithøvundaspíri flytur til New York og 40 ár seinni, tá hon er vorðin viðurkendur rithøvundur og framvegis býr í New York: "Gaderne har mistet deres ildevarslende aura."
Í nýggja verkinum Genfærd leggur hon dent á, hvussu stóran týdning, býurin hevur havt fyri langa kærleikslívið hjá Auster og sær, og fyri hennara persónligu minni um teirra tíð saman. Umframt at heimið í Brooklyn verður nevnt í longu í næsta setningi, greiðir hon frá, hvussu gøturnar knappliga tóktust ókenniligar, dagarnar eftir at Auster var deyður.
Hon endursigur eisini brotið, tá hon fyrstu ferð hitti Paul Auster, sum seinni gav út víðakenda New York-tríverkið.
Paul Auster doyði í apríl 2024 av lungnakrabba, og Genfærd lýsir umframt sorgina og longsulin eisini ta seinastu tíðina, meðan hann var sjúkur.