Roy Jacobsen 1954-2025
Var ein av stóru rithøvundunum í Noregi
Eftir bókasavnið
Roy Jacobsen vaks upp í Årvoll í útjaðaranum á Oslo. Foreldrini arbeiddu, og hann hevði ein góðan og tryggan barndóm, men varð drigin av kriminella umhvørvinum í grannalagnum, og endaði við at sita í fongsli, áðrenn hann vendi kriminella lívinum bakið. í 1975 flutti hann úr Oslo til Norðurnoregs, har hann hevði mong ymisk fyrifallandi arbeiði og búði í fleiri ymiskum støðum tey næstu átta árini. Í 1979 giftist hann, og í 1982 gav hann út sína fyrstu bók, stuttsøgusavnið "Fangeliv". Síðani hevur hann givið út fleiri enn 25 bøkur, sum eru týddar til 40 ymisk mál.
Hann hevur tvær ferðir verið í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina, fyrru ferð í 1992 fyri skaldsøguna "Seierherrene", og seinnu ferð í 2004 fyri skaldsøguna "Frost".
Roy Jacobsen hevur móttikið eina ørgrynnu av virðislønum. Til dømis fekk hann Gyldendalprisen í 2005, og norska Bokhandlerprisen hevur hann fingið tvær ferðir, fyrru ferðina í 1991 fyri "Seierherrene" og í 2009 fyri bókina "Vidunderbarn", sum á føroyskum hevur fingið heitið "Undurbarn".
Tað eru ikki mong, ið duga eins væl og Roy Jacobsen at lýsa harðbalnu norsku náttúruna og barndómin í Oslo í 1960-árunum. Við skaldsøguni "Undurbarn" vísti hann seg at vera ein rithøvundur, sum ikki einans bergtók ummælarar, men eisini ta breiðu fjøldina.
Hansara bøkur fevna vítt, t.d. hevur bókin "Frost" tilsipingar til íslendingasøgurnar, og "Marions slør" hevur krimieyðkenni, men í síðsta enda er Roy Jacobsen ein rithøvundur við djúpum rótum í sosialrealistisku siðvenjuna, og tema sum fátækradømi, støðan hjá arbeiðaranum og onnur samfelagsviðurskifti ganga aftur í hansara bókum.
Upprunin hjá Roy Jacobsen sum partur av arbeiðarastættini og lív hansara í Oslo, smáu samfeløgini í Norðurnoregi og mongu fjølbroyttu størvini hava givið íblástur til bøkur hansara.
Røðin um Barrøy
Roy Jacobsen er eisini rithøvundurin handan vakra raðið um Barrøy, ið er um Ingrið av ytstu oynni í Norðurhavinum. Røðin er í fýra bindum og hevur fangað lesarar um allan heim. Eisini hetta raðið er týtt til føroyskt, har fyrsta bindið er "Tey ósjónligu".
Aðrar bøkur eftir Roy Jacobsen á Býarbókasavninum