Sólblómubandið

Grønu sólblómulutirnir fáast á Býarbókasavninum

Eftir Barbara

Fyri at skapa betri rúmd fyri fólki við ósjónligum avbjóðingum í almenna rúminum er Býarbókasavnið við í sólblómuskipanini. 

Fólk kunnu stríðast við ymiskar avbjóðingar, uttan at tað sæst ikki á teimum, t.d. angist, autismu, ADHD, heilaskaða, alzheimers, PTSD og mangt annað. Ósjónligar avbjóðingar kunnu gera tað torført at ferðast millum ókend støð og fremmand fólk. Yvirhøvur at fara út um gátt, kann sýnast torført. 

Tá kann sólblómubandið lætta um lívið. Við sólblómubandinum um hálsin er tað sjónligt fyri øðrum, at tey skulu bera seg varliga at t.d. við tolni, umsorgan ella kanska við at hjálpa. Hetta lættir um gerandisdag teirra. 

Sólblómubandið fæst hjá okkum. Tað krevst ongin frágreiðing, og bandið verður latið uttan spurningar.