Viðmæli til vaksin

Ljóðbøkur um ójavna samfelagið

Eftir bókasavnið

Her finnur tú skaldsøgur við persónligum søgum frá botninum í samfelagnum, sum tú kanst lesa og lurta eftir.  

Vinternoveller eftir Ingvild H. Rishøi

Eitt fjálgt og hugtakandi savn av stuttsøgum um hjálparloysi, ið samstundis eisini eru frásagnir um hjálpsemi, menniskjansleika og vón.

Shuggie Bain eftir Douglas Stuart

Hjartanemandi og hørð frásøgn, ið gongur fyri seg í Glasgow í 1980-árunum. Um ósvitaliga kærleikan hjá einum soni til mammu sína, ið er bundin at rúsdrekka. 

Man skulle nok have været der eftir Thomas Korsgaard

Í triðju og seinastu bókini um Tue rýmir Tue undan síni truplu fortíð til Keypmannahavnar, har hann roynir at finna seg til rættis millum keypmannahavnarar, ið eru sosialt og búskaparliga sera væl fyri. 

 

Av føroyskum bókum ið lýsa stættarmun og ójavna samfelagið, kunnu vit nevna hesar tríggjar, ið tíverri ikki eru tøkar á eReolen, men kunnu lænast á fløgu.

Glansbílætasamlararnir eftir Jóanes Nielsen (mp3-fløga)

Søga um fimm lagnur úr sama flokki, fimm dreingir í Sankta Frans skúla í Havn, sum doyggja á ungum árum

Vilstar røtur eftir Ingun Christensen (mp3-fløga)

Tíðindakvinnan Báralda arvar eina ommu, sum hon ikki visti av, og fer at granska slektina. Hon kemur fram á eina fløkta søgu um stættarmunir, loynimál og harðskap í seks ættarlið.

Tá ið eg havi mála summarhúsið eftir Oddvør Johansen (fløga) 

Søgan fer fram í Havnini í 90'árunum. Samfelagskreppa og rúsevni gera tað ikki lætt hjá tí hálvvaksna Pedda at fóta sær.