Biblo verður nýggja appin fyri eReolen
17. november kemur ein spildurnýggj app við ljóðbókum, e-bókum og poddvarpssendingum. Appin eitur Biblo og kemur í staðin fyri eReolen.
Eftir bókasavnið
Ein nýggjur heimur við innihaldi
Biblo er nýggja appin hjá bókasøvnunum við ljóðbókum, e-bókum og poddvarpssendingum frá hundraðtals føroyskum og donskum forløgum. Kanska ætlar tú at finna eina krimiskaldsøgu, men endar við at lurta eftir einari poddvarpssending um miðaldargátur, sum tú ongantíð hevði hoyrt um. Tí í Biblo fært tú lættliga íblástur gjøgnum viðmæli, temu, flokkar og innihald, sum ritstjórnin hevur valt, og sum vísir tær veg til næstu lesi- ella lurtiupplivingina. Biblo er ein nýggj app við sama góða innihaldi.
Tú finnur alt tað sama
Í Biblo-appini finnur tú alt tað sama, sum tú kennir frá eReolen, men í nýggjum og dagførdum sniði.
Millum annað kanst tú:
- Læna og bíleggja ljóðbøkur, e-bøkur og poddvarpssendingar við tínum lánarakorti
- Lurta og lesa við nýggjum og betri avspælara
- Fáa íblástur frá viðmælum, temum og kurateraðari miðling
- Uppdaga ljóðbøkur og e-bøkur á enskum. Tilfar á enskum finnur tú eisini í Libby-appini
Gev gætur: Yvirlit yvir bøkurnar, sum tú fyrr hevur havt, fylgir ikki við yvir í Biblo í fyrstu atløgu. Vit arbeiða við, at yvirlitið yvir tíni gomlu lán (lånehistorik) verður flutt yvir, men um tað eru bøkur, sum tú fyrr hevur lænt og ætlar at finna aftur, mást tú goyma tær aðrastaðni, til dømis á minnislistanum (huskeliste) í appini.
Frá 17. november finnur tú appina Biblo í Google Play og App Store.
Børnini, sum plagdu at brúka eReolen GO!, kunnu
longu nú taka niður appina Biblo GO!