Lutasavn latið upp

Tíðindaskriv

Eftir Vónbjørt Vang

Býarbókasavnið er í áhaldandi menning og nýggj tilboð síggja javnan dagsins ljós. Býarbókasavnið lænir longu leikur, listaverk, borðspøl og el-mátarar út og í síðstu viku læt Føroya fyrsta lutasavn upp.

Á nýggja Lutasavninum á Býarbókasavninum í Havn ber nú til at læna lutir og tól eins og annað bókasavnstilfar –  borimaskinu, seymimaskinu, útileikur, útferðarryggsekk, veitsluútgerð o.m.a.

Nýggja Lutasavnið læt upp á Umhvørvavikuni í síðstu viku. Lutasavnið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu.

Við tí nýggja Lutasavninum verður dentur lagdur á at minka um ovurnýtslu og upphópan av tingum, sum vit ikki brúka ella bara brúka heilt fáar ferðir.

Enn er bókin fremsti vitanarberi á Býarbókasavninum, men vitan og menning av egnum evnum kemur ikki einans gjøgnum bókliga vitan, men kann tilognast á so mangan hátt.

Tankin er, at nýggja Lutasavnið gevur teimum, ið læna, møguleika at ogna sær nýggja vitan, umframt eisini at geva teimum, sum ikki hava ráð ella pláss til at ogna sær lutir, møguleikan at læna teir.

Býarbókasavnið fer framyvir eisini at kombinera Lutasavnið við ymsar verkstovur, har dentur verður lagdur á umhvørvisvinalig átøk, eitt nú upcycling-verkstovur, ger-tað-sjálv-verkstovur o.s.fr.

Lutasavnið er opið, tá Býarbókasavnið er opið.

Lánitíðin er eina viku og somu treytir eru galdandi sum við øllum øðrum bókasavnstilfari, sum lænt verður.