Eitt nýtt skúlaár byrjar

Nýggj bókaframsýning í trappugongini hesa ferð um at byrja aftur eftir summarfrítíðina.

Eftir Kristina Petersen og Barbara Ólavsdóttir

Summi skulu byrja á dagstovni, onnur í skúla ella kanska undir lesnað  

Nú er tann tíðin komin, har nógv børn hava fingið pláss í vøggustovu, barnagarði ella frítíðarskúla. Bókasavnið hevur nógv tilfar um skiftið frá heimi til stovn og skiftið millum stovnar. Eisini eru bøkur til starvsfólk á ymsu stovnunum, har mong spennandi rák eiga innivist.  Spyr endiliga bókavørðin, hvat finst um júst tykkara støðu. 

Fyri nógv børn og ung er tað eitt nýtt skúlaár, sum byrjar, og nógv nýtt er at venja seg við. Vit hava funnið fram bøkur um at fóta sær í sosiala lívinum og undirvísingini. Kanska hevur tú gjørt av, at tú í ár fert at leggja serligan dent á uppgávurnar, sum skulu skrivast, og tað kanst tú eisini lesa um her.

Kom á bókasavnið og vitja bókaframsýningina ella tú kanst fylgja við her 

Barnabókasavnið hevur eisini myndabøkur um at byrja í vøggustovu, barnagarði og skúla.