M. A. Jacobsen 2019

Fýra heiðurslønir latnar fyri bókmentir og mentanaravrik

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
03.10.19
Ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráði vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi

Virðislønin fyri fagrar bókmentir fór til Oddfríð Marna Rasmussen, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Hanusi Kamban, Bergur Rasmussen fekk barnamentanarheiðursløn, og virðislønin fyri mentanaravrik fór í ár til Bernharð Wilkinson.

 

Tíðindaskriv, 3. oktober 2019

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2019 verður í ár latin Oddfríði Marna Rasmussen fyri skaldsøguna Ikki fyrr enn tá frá 2019. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at talan er um eina skaldsøgu, sum viðger viðbreknu tilveruna í at síggja til tryggu, modernaðu Føroyum:
“Skaldsøgan lýsir giftan rithøvund og hundaeigara, sum missir bæði hjúnafelaga og hund. Oyðandi rúsdrekkamisnýtsla og patetisk skriving eru stig á leiðini fram til nýggja sjálvkenslu. Standandi á berum millum tilverunnar lættleika og tómleika stríðir hann seg við góðari hjálp á føtur aftur, ikki minst við stuðli frá eini kreppuraktari kvinnu, ið er rýmd úr harðligum parlagi. Realistiska og myndaríka frásøgnin loftar ráðaloysinum og stríðnum móti ringu samvitskuni hjá manninum um, at lívið skal halda fram.“

Virðislønir M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir og mentanarligt avrik

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fer í ár til Hanus Kamban fyri bókina Hans Andrias. Í grundgeving síni sigur nevndin, at “Við bókaverkinum um Hans Andrias Djurhuus hevur Hanus latið úr hondum eitt vælskrivað stórverk, sum hugfangandi lýsir skaldskapin og ævisøguna hjá fólkakæra rithøvundi okkara, og er eitt týðandi íkast til føroyska bókmenta- og mentanarsøgu.”
“Hanus Kamban gevur við neyvleika og nærlagni væl skjalfest innlit í persónin Hans Andrias og fjøltáttaða skaldskap hansara. Skaldskapur, ættarsøga, brøv og søgulig samtíðarskjøl eru við skaldsliga hegni Hanusar vorðin til eitt vælskrivað stórverk, sum hugfangandi lýsir skaldskapin og ævisøguna hjá fólkakæra rithøvundi okkara. Lesarin fær innlit í ein fjølbroyttan mentamann, framfýsnan samfelagsborgara, virknan tjóðarbyggjara og gott innlit í samtíð hansara. Eisini kensluborna privatmanninum gevur Hanus eina inniliga mynd av við støði í brævaskifti millum Hans Andrias og konuna Petru.”
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2019 latin Bernharði Wilkinson. Nevndin sigur í grundgevingini, at virðislønin verður latin Bernharði fyri hansara virki sum orkesturleiðari og sum oddamaður fyri Føroya symfoniorkestri í mong ár.
“Hesi árini er orkestrið ment nógv. Við Bernharði er virksemið hjá orkestrinum økt við fleiri konsertum og fjølbroyttum tónleiki, heilt frá fyrstu føroysku symfoniini til níggjundu symfoni hjá Beethoven. Barnakonsertirnar hava gjørt, at flaggskipið í føroyskum tónleiki hevur hugtikið og ment tónleikaáhugan hjá teimum smæstu, samstundis sum orkestrið veitir yrkistónleikarum íblástur og avbjóðingar. Soleiðis ganga Bernharður og Føroya symfoniorkestur á odda at tryggja, at føroyskur tónleikur áhaldandi mennist og blómar.”

Virðislønir M. A. Jacobsens eru 35.000 kr.
Limir í nevnd M. A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

 

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2019 verður latin Bergi Rasmussen. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at Bergur, sum er ein av okkara ídnastu týðarum, við sínum lætta og livandi máli hevur megnað at stimbra og menna lesiførleikarnar hjá okkara børnum og ungu, samstundis sum hann varðveitir upprunaeyðkennini.
“Hann hevur seinastu tjúgu árini týtt hópin av søgum og skaldsøgum til børn og ung. Bergur er tikin úr leikum at týða dygdargóðan og tíðarbæran lesnað. Hann fevnir víða, alt frá skemtiliga og herviliga Henry til sera viðkomandi søgurnar um Tsatsiki, ævintýrkenda Harry Potter. Harumframt hevur hann týtt fjølbroyttar og spennandi skaldsøgur til ung.”

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs eru 35.000 kr.
Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Anna Malan Jógvansdóttir, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.