Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens

Mentanarvirðislønir 2018

Rithøvundur: Hanne Magnussen
30.10.18
Mentanarvirðislønir verða handaðar 8. november

Hósdagin 8. november kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Ein fyri fagurbókmentir, ein fyri mentanaravrik og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 60 ár á baki

Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og tískil eru 60 ár liðin síðan mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vórðu latnar á fyrsta sinni. Frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Tráin Petursson Nónklett, vald av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin

Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 8. november, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilfar
Bílegg
  • Bog

Sunnudagsland (Færøsk)

Rithøvundur: Sissal Kampmann (2016)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Eg síggi teg betur í myrkri : forspæl til ein gleðileik (Færøsk)

Rithøvundur: Carl Jóhan Jensen (2014)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Hvat hjálpir einum menniskja (Færøsk)

Rithøvundur: Kim Simonsen (2013)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat (Færøsk)

Rithøvundur: Joan Sørinardóttir (2016)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Og mamma! (Færøsk)

Rithøvundur: Elin á Rógvi (2014)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Smáfuglur í Føroyum (Færøsk)

Rithøvundur: Beinta Johannessen (2012)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Veiða vind : eitt tónleikaævintýr (Færøsk)

Rithøvundur: Rakel Helmsdal (2011)
Les meira