Spurnakapping um Harry Potter
Spurnakapping um Harry Potter

Vinnari funnin

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
19.10.21
Harry Potter-kapping hevur verið í heystfrítíðini. Vinnarin er nú funnin.
Spurnakapping um Harry Potter hevur verið á bókasavninum í heystfrítíðini.
Undirtøkan hevur verið sera góð, og hava vit fingið yvir 60 svarseðlar inn. Í morgun vóru allir seðlarnir blandaðir væl í eina pappeskju, og ein seðil tikin upp. 
Hepni vinnarin eitur Krista. 
Hon fær eina vakra myndprýdda útgávu av bókini Harry Potter og vitramannasteinurin.
 
Vit á bókasavninum takka og fegnast um góðu undirtøkuna. Til tey, sum hava áhuga fyri Harry Potter, kunnu vit minna á, at vit hava bæði bøkur og filmar til láns.
Og minst til, at tað er altíð ókeypis at læna á bókasavninum.